(Mynd: EPA)

Contador tók seg úr Fraklands-tour’inum

Ingi Samuelsen

10.07.2016 - 12:46

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Ein av stóru favorittunum til at geva Chris Froome mótstøðu í ársins Tour de France-kapping, Alberto Contador, hevur nú tikið seg úr ársins kapping.

Tað vísti seg, at Alberto Contador ongantíð kom yvir teir báðar døttirnar, sum hann var úti fyri á fyrsta og øðrum teini í stóru fronsku súkklukappingini. Hann hevur brúkt vikuna til at koma fyri seg, og nú túrurin var komin niður til heimland hansara, Spania, skuldi hann vísa sína styrki.

Súkklararnir eru á eini ógvuliga harðari kapping í spanska partinum av Pýrinea-fjøllunum í dag við máli í Andorra, og longu í fyrstu longu brekkuni, gjørdi Contador vart við seg, og stakk av frá bólkinum við favorittunum í.

Men tað eydnaðist ikki Alberto Contador at fullføra uppgávuna. Chris Froome og sterka Sky-liðið tók Contador aftur, og tá farið varð undir næstu brekkuna í dag, tók Contador avleiðingarnar, og tók seg úr kappingini.

Contador súkklar við Tinkoff-liðnum, sum gevst eftir hetta kappingarárið. Gitingar eru um, at 33 ára gamli Alberto Contador hevur skrivað sáttmála við Trek-liðið, og at tað skuldi almannakunngerast í morgin, tá hvílidagur er í tour’inum.

Contador hevur sjey ferðir staðið ovast sum vinnari av teimum stóru Grand Tours-súkklukappingunum. Tour de France tvær ferðir (2007 og 2009), Giro d’Italia tvær ferðir (2008 og 2015) og Vuelta a España tríggjar ferðir (2008, 2012 og 2014).