Mynd: EPA

Conte hevur longt við Chelsea

Steinar Patursson

19.07.2017 - 08:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast Antonio Conte bert hevur verið venjari hjá Chelsea í eitt ár, so hevur hann longu skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið.

Við nýggja sáttmálanum verður hildið, at Conte er best lønti venjarin í søgu Chelsea, og sambært The Guardian er sáttmálin áljóðandi umleið 9.6 mió. pund um árið.

Ivaleyst hevur hann skrivað undir nýggjan sáttmála fyri at koma slatrinum til lívs, um at hann longu hevði í hyggjuni at sleppa sær úr Onglandi aftur. Hann hevur tó ikki lovað seg til London felagið langt inn í framtíðina, tí sáttmálin gongur út longu í 2019 - eins og undanfarni sáttmálin.

Tað hevur annars verið eitt stak gott fyrsta kappingarár hjá Conte,har hann megnaði at vinna ensku Premier League, umframt at Chelsea endaði í FA Cup finaluni, ið Arsenal vann 2-1.

Summarið hevur tó verið ørkymlandi fyri italienska venjaran, tí at sera torført hevur verið at tryggja sær nýggjar leikarar til at styrkja liðið, nú Chelsea skal spæla Champions League fótbólt aftur komandi kappingarár.