(Mynd: EPA)

Cosby sigur einki í rættinum

Ingi Samuelsen

06.06.2017 - 08:10

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í gjár byrjaði rættarmálið móti amerikanska sjónleikaranum og skemtaranum, Bill Cosby, ið er ákærdur fyri valdsgerðir móti fleiri kvinnum. Men Bill Cosby vil ikki sjálvur siga nakað í málinum.

Yvir 50 kvinnur hava seinastu árini greitt frá hvussu tær vóru misbrúktar av Bill Cosby, ið er serliga kendur frá sjónvarpsrøðini ”The Cosby Show”. Talan er um hendingar, ið røkka aftur í 1960’ini. Talan er tí um fleiri mál, ið eru fyrnað.

Ákærumyndugleikin hevur ætlanir um at føra fram 13 kvinnur sum vitni. Men bert ein av kvinnunum skal vitna í rættarsalinum. Tað hevur dómarin, Steven O’Neill avgjørt, skrivar nrk.no.

Roknað verður við, at rættarmálið fer at taka tvær vikur. Talan er um valdsgerð, ið er farin fram í heiminum hjá Cosby í 2004.

Cosby er ákærdur fyri at hava doyvt kvinnuna við víni og tablettum, fyri síðani at hava misbrúkt hana kynsliga.

Í eini útvarpsframløgu við amerikansku støðina SiriusXM radio fyrr í ár segði Cosby, at hann ikki hevur ætlanir um at siga nakað í rættinum. Hann vil lata advokatarnar taka sær av tí arbeiðinum.

Cosby og kvinnan, ið skal vitna um hendingina, komu fram til semju í sivilum rættarmáli í 2006, men málið varð tikið uppaftur í fjør, tá nýggj prógv komu fram. Sjónvarpsmaðurin játtaði í sivila rættarmálinum at hann hevði givið kvinnuni okkurt, ið hann lýsti sum heilivág móti ovurviðkræmi áðrenn tey høvdu samlegu.

Les eisini: Rindaði eina millión dollarar í veðhaldsgjaldi