Eftir 1-0 tapið í Madrid í kvøld er greitt, at Arsene Wenger hevur staðið á odda fyri Arsenal á seinasta sinni í evropeiskum fótbólti
(Mynd: EPA

Diego Costa sendi Arsenal og Wenger út

Agnar Frederiksen

03.05.2018 - 21:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Atletico Madrid hevði fyrimunin undan 2.hálvfinaluni, ið varð leikt á Wanda Metropolitano í kvøld. Arséne Wenger og Arsenal vóru greitt omaná í London fyri viku síðani, men hóast stóra yvirvág og ein mann í yvirtal í 80 minuttir, so endaði tað 1-1 á Emirates.

Liðið frá Madrid spældi seg eisini í finaluna við 1-0 sigri í kvøld. Fyrrverandi Chelsea-leikarin, Diego Costa, var dagsins leikari. Fysiskt sterki áleyparin gav verjuni hjá Arsenal nógv høvuðbrýggj, og í yvirtíðini í 1.hálvleiki legði hann heimaliðið á odda. Antoine Griezmann spældi Costa frían, og inni í brotsteiginum var hann tryggur.

Arsenal royndi og royndi allan dystin at fáa neyðuga málið, men hóast nógv væl spæld álop, so var verjan hjá Atletico, sum vanligt, sera stinn. Seinasta alveringin eydnaðist bara ikki. Samstundis hóttu Griezmann og Costa hinvegin.

Hjá Arsenal og Wenger var talan um stórt vónbrot. Wenger fær ikki nakran perfekta enda uppá ævintýrið, og nú er tað seinasti heimadystur hjá franskmanninum fyri framman sunnudagin.

Arsenal misti eisini næstan beinanvegin sín liðformann. Lauren Koscielney hevur havt trupulleikar við hælsinini í longri tíð, og longu í 6.minutti var hann óheppin og sleit hana. Harvið verður steðgurin hjá franska verjuleikaranum sera langur, og HM er sjálvandi ikki nakar møguleiki. Tað sást eisini, at tað nívdi franska landsmannin Griezmann, tá Koscielney varð borin út.

Atletico Madrid vann Europa League-finaluna í 2010 og 2012, og eftir tepra sigurin í kvøld hevur liðið aftur møguleikan. Leikbannaði Diego Simeone kundi frá áskoðaraplássinum fegnast eftir disiplineraða innsatsin.

Nú er bara spurningurin, hvør skal dystast við Atletico. Svarið verður greitt um hálvan tíma ella so í Salzburg. Marseille hevði eina 2-0 leiðslu við til Eysturríkis, men heimaliðið vann 2-0 eftir 90 minuttir, og beint nú er longda leiktíðin í gongd.