Cristiano Ronaldo (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo sett Champions League met

Ari av Rana

06.12.2017 - 21:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Cristiano Ronaldo er fyrsti fótbóltsleikarin at skora í øllum seks dystunum í bólkaspælinum í Champions League.

Cristiano Rolando megnaði avrikið fyri løtu síðani, tá hann legði Real Madrid á odd 2-0 í dystinum móti Borussia Dortmund, skrivar ESPN.

Tað var í 12. minutti, at Mateo Kovacic spældi bóltin til Cristiano Ronaldo, sum stóð beint uttanfyri brotsteigin. Ronaldo skrúvaði bóltin hegnisliga í málið við innarasíðuni, skoraði sítt níggjunda mál í ársins kapping, og setti samstundis Champions League met.