Mynd: Sverri Egholm

Crystal Symphony í Havn

Steinar Patursson

04.09.2015 - 14:58

Tíðindi > Tíðindi > Skipasøga

Tey, ið hava gingið sær ein tú í góðveðrinum í Havn í dag, hava óivað varnast, at har liggur eitt stásiligt skip við bryggju í Havn.

Talan er um Crystal Symphony, ið hevur heimstað í Bahamas.

Umborð á Crystal Symphony eru 842 ferðafólk ymsastaðni frá. Crystal Symphony skal skjótt til Reykjavíkar, hagani hon skal til New York. Hon skuldi upprunaliga sigla til Føroyar úr Lerwick, men sum skilst varð Lerwick lopið um orsakað av ringum veðri.

Crystal Symphony er bygd í Finnlandi í 1995.