Dagført: Um 100 hval í Húsavík


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sveinur Tróndarson

13.08.2013 - 17:28

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Dagført: Grindin, sum varð funnin út fyri Skálhøvda verður hildin til í Húsavík um eina lítla løtu.

- Vit hava fingið at vita, at talan er um eina grind uppá umleið 100 hval, og hon verður hildin til í Húasvík um eina lítla løtu. Men vit vita einki frá hinari grindini, sum varð funnin longur suðuri á, sigur vakthavandi á støðini í Havn.

---

Gongur alt sum ætlað, verða kanska tvær grindir hildnar til í dag.

Klokkan 10.22 fekk løgreglan í Havn fráboðan um eina grind út fyri Skálhøvda, og avgjørt var at royna at reka grindina á Húsavík.

Men tá løgreglan ringdi aftur fyri at hoyra, hvussu gekk við rakstrinum, fekk hon at vita, at ein onnur grind var funnin longur suðuri á.

- Vit fingu at vita frá bátunum, sum róku ta fyrru grindina, at teir høvdu sæð eina "kempugrind" syðri á, men at har var eingin bátur hjá, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Boð eru send til Suðuroyar, og haðani eru skjóttgangandi bátar farnir at royna at fáa fatur á stóru grindini og reka hana suðureftir.

- Teir ætla so at fáa fatur á henni og vera hjá henni til aðrir bátar kunnu koma til og hjálpa til við rakstrinum, sigur vakthavandi.

Portalurin fer at fylgja við, hvussu leikur fer í báðum grindunum.