Dagur íslenskrar tungu - íslendskur móðurmálsdagur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.11.2017 - 23:01

Mentan > Mentan > Skaldskapur

Íslendingar gera nógv burtur úr móðurmálsdegi sínum, 16. november, føðingardegi Jónasar Hallgrímssonar, tjóðskalds. Dagurin er almennur flaggdagur, og mentamálaráðið skipar fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við fólk og stovnar. M.a. verður latin móðurmálsvirðisløn hendan dag, sum hevur verið hátíðarhildin síðan 1996.

Í ár skipar Aðalkonsulát Íslands fyri kvøldsetu hóskvøldið í Norðurlandahúsinum við fjølbroyttari skrá og bjóðar øllum føroyingum, íslendingum og øðrum.

Skrá:

- Einar Kárason, rithøvundur: Um Føroyingasøgu og íslendskar miðaldarrithøvundar

- Heðin M. Klein, skald og fyrrv. landsstýrismaður: Upplestur

- Guðrið Hansdóttir, listafólk: Tónleikaframførsla

- Høgni Djurhuus, tíðindamaður: Hugleiðingar

- Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum: Samstarv um mentan og gransking

- Þóra Þóroddsdóttir, rithøvundur og týðari: Hugleiðingar