placeholder
Mentan

Urgukonsert í Hoyvíkar kirkju

Páskaaftan fer Ari Hammer Joensen, sum í fjør vann fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris, at hava konsert í Hoyvíkar kirkju

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

2024-03-25 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Páskaaftan klokkan 19 verður urgukonsert við Ari Hammer Joensen.

Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju, sum fekk nýggja urgu fyrrárið.

Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Skráin fyri konsertina:

1. Dietrich Buxtehude - Präludium und Fuga í D dur BuxWV 139

2. César Franck - Chorale nr. 2 í h moll

3. Johann Sebastian Bach - Toccata und Fuga í F dur BWV 540

4. Felix Mendelssohn Bartholdy - Sonate nr. 3 í A dur Opus 65 Nr. 3

I Con moto maestoso
II Andante tranquillio

5. Johann Strauss II - An der schönen blauen Donau Walzer Opus 314
Arr. Jonathan Scott

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder