Innanlands

Limir endurtilnevndir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Talan er um teir tríggjar limirnar Eyðun Jacobsen, Gunnvør á Norði og Ragnheiður Bogadóttir, sum fyrst vórðu valdir fyri eitt tvey ára skeið frá 1. apríl 2022 til 31. mars 2024

2024-04-20 17:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Barna og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt av at endurtilnevna tríggjar limir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan tíðarskeiðið frá 1. apríl 2024 til 31. mars 2028.

Talan er um teir tríggjar limirnar, sum fyrst vórðu valdir fyri eitt tvey ára skeið frá 1. apríl 2022 til 31. mars 2024.

Tey eru Eyðun Jacobsen, Gunnvør á Norði og Ragnheiður Bogadóttir.

Hinir fýra limirnir, sum vóru valdir fyri eitt fýra ára skeið frá 1. apríl 2022 til 31. mars 2026, eru Annika H. Davidsen, Jan Rasmussen, Sóley H. Hammer og Tórheðin J. Jensen, sum er formaður.

Ráðið er sett sambært løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, har ein formaður og seks ráðslimir verða tilnevndir fyri fýra ár, annaðhvørt ár tríggjar limir og annaðhvørt ár fýra limir.

Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felagshugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, sum orðað í 2. kapitli í lógini. Í stuttum fevnir hetta um at seta mál fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í altjóða høpi, gera uppskot um stuðulsveitingar og luttøku í altjóða samstørvum, ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann gerast gagnlig fyri bæði tann privata og tann almanna geiran og at gera árliga frágreiðing og støðulýsing av gongdini á økinum í Føroyum.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder