Uttanlands

Skal arbeiða minni framyvir

Í dag er 87 ára gamli Harald kongur farin aftur til arbeiðis eftir at hava verið sjúkrameldaður í nærum tveir mánaðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-22 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er norski Harald kongur farin aftur til arbeiðis eftir at hava verið sjúkrameldaður í nærum tveir mánaðir, og framyvir fer hann eisini at hava færri arbeiðsuppgávur, upplýsir norska kongshúsið.

Tað er við atliti til aldur hansara, at avgerð er tikin um, at 87 ára gamli kongurin framyvir skal arbeiða minni.

Tað var síðst í februar, at Harald kongur gjørdist sjúkur, meðan hann ferðaðist í Malysia og mátti flytast heim til Noregs, har hann varð innlagdur á ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Kongurin fekk ein fyribilskvikil insettan í Malaysia, sum skuldi tryggja eina støðufasta hjartarútmu og gera heimferðina tryggari, og í Oslo fekk hann ein fastan kvikil.

Meðan kongurin hevur verið sjúkrameldaður, hevur Haakon krúnprinsur tikið sær av uppgávum hansara.

Á sínum fyrsta arbeiðsdegi í dag hevur Harald kongur tikið ímóti trimum leiðarum í norska herinum, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder