Innanlands

Spennandi orðaskifti um leiðslu á Tonik

Orðaskifti við R. Michael Anderson, Heina Zachariassen stovnara av Vivino, Jóhannu á Bergi stjóra í Atlantic Airways og Angri Birds stovnarnum Peter Vesterbacka á Tonik 2024

2024-04-22 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

TONIK ráðstevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur og orðaskiftir á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan, íverksetan og leiðslu.

Eitt nú fer vælumtókti fyrilestrahaldarin R. Michael Anderson, ið m.a. hevur skrivað tvær best seljandi bøkur um leiðslu, at hava fyrilestur um broytingarleiðslu. Eftir fyrilesturin verður R. Michael vertur fyri forvitnisligum orðaskifti við trimum spennandi leiðarum, innan ymiskar vinnur. Hesi eru Heini Zachariassen, Jóhanna á Bergi og Peter Vesterbacka, ið øll hava drúgvar, fjølbroyttar og altjóða leiðsluroyndir. Tey fara at umrøða og hugleiða um leiðslu undir heitinum ‘Leadership mindset in Action’, og við persónligum vinnulívssøgum greiða frá, hvussu ymiskar avbjóðingar hava ment tey sum leiðarar.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder