Mentan

Jón Magnus Joensen framsýning í Runavík

Framsýningin er liður í Mentanarvikuni

2024-04-23 08:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við Mentanarvikuna hjá Runavíkar kommunu í ár fer Jón Magnus Joensen at hava eina málningarframsýning í gamla handlinum hjá Pidda í Runavík.

Handilshølini, ið langt síðan hava latið aftur, siga frá eini farnari tíð. Hetta eru gomul sjarmerandi hús í hugnaligum umvhørvi. Tey standa niðast við sjóvarmálan innast í Runavíkar havn, nærri Gulasteinsvegur 6 í Runavík.

Jón Magnus hevur umleið 30 málningar við á framsýningini. Størri og smærri. Myndevnini eru úr Havn og aðrastaðni m.a. úr Eysturoynni og Norðoyggjum.

Jón Magnus er virkin málari og hevur javnan framsýningar ymsastaðni.

Stílurin er ekspressionistiskur og fagurlittur við naturalistiskum eyðkennum.

Opið verður frá hósdegi, 25. apríl, til og við sunnudagin, 28. apríl. Opið soleiðis: Hósdagin kl. 14-19, fríggjadagin kl. 14-18, leygardagin kl. 10-17 og sunnudagin kl. 14-18. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder