Innanlands

Framløgur um framtíðar Klaksvík

Fimm borgarar í aldrinum 17-39 ár fara týskvøldið 30. apríl at leggja sínar tankar um trivnað í Klaksvík, og hvat møguliga kann gerast betur, fram. Tiltakið "Okkara framtíðar Klaksvík" verður í Varpinum

2024-04-25 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Pallborðsfundir, sofaprát og framløgur, ið snúgva seg um trivnað og menning í Klaksvíkar kommunu, hava seinastu árini verið fastur táttur í Virkið vár/Virkið heyst skránni, og sigast má, at tað hevur eydnast væl at skipa fyri minni og størri fundum, har borgarar, vinna og aðrir áhugapartar hava fingið møguleika at koma til orðanna.

Hetta skrivar klaksvik.fo sum innleiðing til at eitt nýtt tiltak verður navngivið og lýst.

Talan er um eitt kvøld í Varpinum, har ymisk fólk í Klaksvík far at siga sína hugsan um heimstaðin. Yvirskriftin er  “Okkara framtíðar Klaksvík”.

Í stuttari framløgu hava fimm borgarar í aldrinum 17 – 39 ár fingið til uppgávu at lýsa, hvat tað er, sum ger, at tey trívast í Klaksvík. Harumframt koma tey eisini við boðum uppá, hvat kann gerast enn betur, skrivar klaksvik.fo.

[object Object]
Tey sum fara at leggja fram týskvøldið

Klaksvíkar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at fara undir arbeiðið at gera eina kommunuætlan. Henan skal millum annað tryggja, at skiftandi býráð skipa og leiða kommununa inn í eina framtíð, sum byggir á haldgóðar og burðardyggar loysnir. Í hesum sambandi vil Klaksvík Kommuna geva fólki, sum búleikast í býnum, møguleika at koma við nøkrum boðum uppá framtíðina.

Tiltakið “Okkara framtíðar Klaksvík” verður í býarsalinum í Varpinum týskvøldið 30. apríl klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder