Uttanlands

WHO: Fuglakrím ikki stórur vandi fyri fólkaheilsuna

Men WHO fer at halda eitt vakið eyga við sjúkuni komandi tíðina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-27 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni verður fuglakrím ikki mett at vera ein stórur vandi fyri fólkaheilsuni sum heild.

Tað sigur Heimsheilsustovnurin, WHO, eftir at eitt slag av fuglakrími, H5N1 hevur spreitt seg meira millum eitt nú geitar og neyt seinastu tíðina.

Vandin fyri, at persónur, sum fæst við smittað djór ella fugl, verður smittaður, verður heldur ikki mettur at vera stórur.

Fyrr í hesum mánaðinum segði WHO annars, at mann stúrdi fyri, at virusið, sum var farið at smitta nýggj djórasløg, kundi byrja at smitta millum fólk eisini, men hetta verður tó framvegis mett ósannlíkt, um fuglakrímið ikki mennist meira.

Tað eru fá fólk, sum eru blivin smittað við fuglakrími, sum síðan 2020 hevur dripið milliónir av fuglum kring heimin.

WHO sigur, sambært Ritzau, at stovnurin framvegis fer at halda eitt vakið eyga við og kanna fuglakrímið komandi tíðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder