Mentan

Bjarki vann SMS-Vox sangkappingina

Hann skal framføra á Voxbotn í summar og sleppur í studio at spæla inn

(Mynd: SMS)

(Mynd: SMS)

2024-04-28 16:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu vikurnar hevur barnasangkappingin SMS-Vox verið á Torginum í SMS, og í gjár var vinnarin funnin.

Vinnarin av kappingini gjørdist Bjarki Virgarsson Trondesen. Hann skal framføra á Voxbotn 2024 og sleppur í studio at innspæla.

Djkingz gjørdist nummar tvey og Silja nummar trý og sleppa eisini at framføra á Voxbotn.

Kappingin var fyri børn og ung millum átta og fimtan ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder