Nú ber til at søkja um ólavsøkuloyvi

Eitt slíkt skal vera uppá pláss áðrenn 3. juni. Nú kann tilfar eisini sendast til skránna

- Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 30. juni 2024 (Mynd: torshavn.fo)

- Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 30. juni 2024 (Mynd: torshavn.fo)

2024-05-07 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 30. juni 2024.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í dag.

Fyri at skipa fyri tiltaki á kommunalum øki á ólavsøku, er neyðygt fyrst at søkja um loyvi á Vanganum. Á síðuni um ólavsøkuloyvi sæst, hvussu man søkir, og hvørjar treytirnar eru.

Freistin at søkja um loyvi til tiltak á kommunalum øki á ólavsøku er mánadagin 3. juni 2024, skrivar torshavn.fo


Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 30. juni 2024

Vilt tú hava tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú senda tilfarið áðrenn 30. juni 2024. 

- Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.

Les meira um tað HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder