Innanlands

Nýggju ferðsluljósini tendra fríggjamorgunin

Nýggju ferðsluljósini við vegamótið Hvítanesvegur og Eystari Ringvegur verða tikin í nýtslu í morginárini kl. 07.30

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2018-06-21 14:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggju ferðsluljósini við vegamótið Hvítanesvegur og Eystari Ringvegur verða tikin í nýtslu í morginárini kl 07.30.

Eftir at arbeitt hevur verið í nógv ár við at finna eina loysn á trupulleikunum á vegamótinum Hvítanesvegur - Eystari Ringvegur, serliga um morgunin, er nú klárt at tendra fyri ferðsluljósunum, sum arbeitt hevur verið við í seinastuni. 

Uppsetingin av hesum ferðsluljósunum er fyrsti partur av verkætlanini at lætta um ferðslutrupuleikanar, sum eru við hetta vegamótið, serliga á morgni og seint seinnanpartin.

Seinni partur er at breiðka vegirnar, so ferðslan fer at glíða betur, tá ið kommmunan hevur fingið fleiri royndir av hesi loysnini. Kostnaður av tí sum nú er gjørt, um 700.000 krónur, meðan seinni parturin er mettir til 4 mió. krónur.

Tað verður formaðurin í teknisku nevnd, Jákup Dam, sum fer at at tendra fyri ferðsluljósunum í morginárini klokkan 7.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder