Ítróttur

Suðringar skrivað sáttmála við tveir leikarar

Jón Krosslá Poulsen og Pape Mamadou Faye skifta til felagsliðið

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

2018-06-21 14:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Suðringar hava í dag knýtt tveir álopsleikarar til hópin til restina av kappingarárinum. Talan er um Jón Krosslá Poulsen og Pape Mamadou Faye. Hetta váttar formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen fyri Suðurrás.

Jón Krosslá Poulsen spældi við felagsliðinum í fjør. Hetta kappingarárið hevur hann spælt við 07 Vestur.

Pape Mamadou Faye skiftir úr íslendskum fótbólti til felagsliðið. 27 ára gamli Faye er ættaður úr Senegal, men hevur búð í Íslandi síðani hann var 11 ár.

Báðir leikararnir eru tøkir til komandi dystin móti HB leygardagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder