Innanlands

Dagur.fo: Nýggjur pallur til tíðindini á Portalinum

Nýggja síðan tillagar seg til allar skíggjastøddir

2018-06-21 16:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum tú sært, so sær hesin tíðindastubbin øðrvísi út enn hann hevur gjørt. Kanska vitjar tú umvegis telefon ella situr tú við eina teldu og sært broytingarnar.

Tú ert nú komin inn á nýggja miðilin hjá Meldri, sum eitur Dagur.fo. Á hesi síðuni verða øll skjótt søgd tíðindi. Okkara mál er at vera fremst við tí nýggjasta úr Føroyum og eisini at veita tíðindi og tilfar úr øllum pørtum av landinum.

Vit hava ment eina nýggja skipan, og hetta fer at geva okkum størri møguleikar frameftir. Eisini gevur hetta lýsarunum nýggjar møguleikar. Vit leggja okkum eftir at prísstøðið er eitt gott alternativ til sosialu miðlarnar.

Dagur.fo, dimma.fo, fiskur.fo og oljan.fo veita nú tíðindi til Portalin.

Vit vóna, at tú tekur væl ímóti nýggju síðuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder