Uttanlands

Tveir ungir føroyskir menn horvnir í Danmark

Familjan vil gjarna hoyra frá fólki, sum vita eitthvørt

Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen

Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen

2018-06-22 14:13 Author image
Oda Strøm

Tveir ungir føroyskir menn, Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen, eru púra horvnir í Danmark, og danska løgreglan leitar nú eftir monnunum.

Ungu menninir skuldu báðir við flogfarinum hjá Atlantic Airways heim til Føroyar týsdagin á middegi. Arthur skuldi heim, og Bjarti skuldi ein túr heim at vitja. Teir komu tó ongantíð umborð á flogfari, og tað síðsta, sum nakar hevur hoyrt frá teimum, er, at ein vinmaður tosaði við ein teirra, tá teir vóru á veg til flogvøllin í Kastrup.

- Teirra fartelefonir eru sløktar, og teir hava ikki verið online á sosialum miðlum síðan týsdagin, sigur Margit Sørensen Ryggstein, sum er dama Bjarta og systkinabarn Arthur. 

Dagur.fo hevur verið í samband við familjuna, sum sigur, at tey hava meldað báðar menninar saknaðar og ynskja at hoyra frá einhvørjum, sum kanska veit okkurt um, hvar teir kunnu vera.

placeholder
placeholder