Innanlands

Bussur fór av vegnum

Ein bussur fór av vegnum við Skipanes fyri løtu síðani

Mynd: Edvin Færø

Mynd: Edvin Færø

2018-06-22 17:34 Author image
Sverri Egholm

Fyri einari løtu síðani fór ein bussur hjá Strandferðsluni av vegnum við Skipanes.

Bussurin var á veg frá rundkoyringini og oman móti Skipanesi, tá hann møtti einum stórum lastbili. Bussførarin hevur koyrt ov langt út móti vegjaðaranum, og vegurin er farin undan.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn veit ikki um nógv fólk vóru í bussinum, men eingin mansskaði stóðst av hendingini.

Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 16:57.

Bussurin verður helst tikin upp einaferð seinni í dag.

placeholder
placeholder