Ítróttur

Aftur ruðuleiki um genturóðurin hjá 5-mannaførum

Átta bátar tjóvstartaðu, men ásetti umróðurin er avlýstur

Blikur vann róðurin á Eystanstevnu, sum síðani varð ógildaður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Blikur vann róðurin á Eystanstevnu, sum síðani varð ógildaður (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-06-23 00:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Róðrarsambandið boðaði fyrr í vikuni frá, at avgerð varð tikin um at ógilda róðurin hjá 5-mannaførum gentum á Eystanstevnu.

Tað hendi eftir eina klagu frá Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag um róðurin. Og eftir at hava hugt at upptøkunum hjá dómarunum varð staðfest, at ikki færri enn átta bátar tjóvstartaðu.

Ætlanin var so, at 5-mannafør gentur skuldu rógva tvær ferðir á Jóanssøku í Vági, sum verður í morgin.

Men soleiðis verður ikki. Skriv er í kvøld komið frá nevndini í Róðrarsambandinum, har boðað verður frá, at úrskurðurin hjá sambandinum er kærdur til Dómsnevndina.

Tí er ásetti umróðurin hjá 5-mannaførum gentum á Jóansøku í morgin 23. juni avlýstur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder