Romelu Lukaku er flúgvandi í Russlandi. 25-ára gamli áleyparin skoraði í dag tvey mál í 5-2 sigrinum hjá Belgia á Tunesia. Lukaku skoraði eisini tvey mál ímóti Panama í 3-0 sigrinum í fyrsta dystinum.
At skora meira enn eitt mál í tveimum dystir á rað í einum HM-endaspæli er óvanligt. Hetta er ikki hent síðani 1986. Tá var tað ein ávísur lítil og genialur leikari hjá Argentina, ið framdi hetta. Diego Maradona skoraði tvey mál í bæði kvartfinaluni og í hálvfinaluni í endaspælinum í Meksiko. Gott nokk var tað fyrsta av hesum fýra málunum skorað við hondini, men einki bilti hinum málinum ímóti Onglandi. Argentina vann 2-1, og í hálvfinaluni skoraði bóltsnillingurin bæði málini í 2-0 sigrinum á Belgia.
Júst Belgia eigur nú ein tvífaldan málskjútta í tveimum fylgjandi dystum. Hetta eru ikki eins avgerandi mál í eins avgerandi dystum, sum Maradona skoraði síni í. Men tað er eingin ivi um, at Belgia og Lukaku hava fingið eina góða byrjan í Russlandi. Og so er spurningurin, um Lukaku kann verða við til at føra Belgia til heiðurs, eins og Maradona gjørdi tað í 1986.
Sterki áleyparin úr Manchester United varð tikin út tíggju minuttir inn í 2.hálvleik í dag, tá dysturin var avgjørdur. Lukaku fekk ein snudd, og varð harvið spardur. Tað kann hugsast, at hann hevði skorað fleiri enn tvey mál, um hann varð verandi á vøllinum.
Romelu Lukaku skrivaði meira søgu í dag, tí við málunum er hann tann belgiski leikarin við flest málum í endaspølum í søguni. Í HM 2014, EM 2016 og so í tveimum teimum fyrstu dystunum í Russlandi er Lukaku komin uppá 7 mál í endaspølum. Lukaku hevur 17 mál í teimum seinastu ellivu dystunum fyri Belgia, har hann bert er farin av vøllunum uttan at skora.
Sosttat er mest skorandi leikarin á belgiska landsliðnum nakrantíð glóðheitur. Eftir tveir dystir er hann deildur toppskjútti í HM saman við Cristiano Ronaldo
Belgia er so gott sum víðari til áttandapartsfinaluna, og spælir seinasta bólkadystin ímóti Onglandi hósdagin. Har er Lukaku meldaður ivasamur.
Ítróttur
Lukaku ger Maradona eftir
Romelu Lukaku heldur á við at skora og seta met fyri Belgia
2018-06-23 16:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald