2018-06-23 18:50
Í síðsta takinum otaði Ormurin Langi seg fram um Klaksvíking og fór avstað við sigrinum aftur hesaferð.
Hetta var ein ógvuliga spennandi 10-mannafarsróður, og Suðuroyingur, Ormurin Langi og Klaksvíkingurin fylgdust stavn um stavn til 300 metrar vóru eftir.
Men í endaspurtinum stóð kappingin millum Ormin Langa og Klaksvíking, og á málstrikuni vóru bara fáir centimetrar á muni.
10 mannafør úrslit
1. Ormurin Langi 4.56.35
2. Klaksvíkingur 4.56.43
3. Suðuroyingur 5.00.15
4. Havnarbáturin 5.12.24
5. Drekin Reyði 5.12.31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald