placeholder
Ítróttur

Svenskur landsliðsleikari far av at vita eftir dystin móti Týsklandi

Jimmy Durmaz gjørdi frísparkið, sum bleiv dýrt fyri Svøríki

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-24 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenski landsliðsleikarin Jimmy Durmaz hevur fingið nógvar háðandi og hóttandi viðmerkingar á sosialu miðlunum, summar av teimum við rasistiskum undirtónum, eftir at hann gjørdi eitt fríspark seint í dystinum móti Týsklandi leygarkvøldið.

Frísparkið hevði við sær, at týski leikarin Toni Kroos skoraði vinnandi málið í dystinum, so endaliga støðan gjørdist 2-1 til Týskland.

Eftir hendan dystin kann tað verða torført hjá Svøríki at koma víðari í kappingini, skrivar DR.

Jimmy Durmaz er 29 ár og føddur í Svøríki og hevur sýrisk foreldur.

Liðfelagi hansara, John Guidetti, sigur við tíðindastovuna Reuters, at tað er órættvíst at geva Durmaz skyldina fyri tapið.

"Hann stríddist væl allan dystin, tað er óheppið. Tað er fullkomiliga idiotiskt at kasta hatur á hann fyri tað, sum hendi," sigur hann.

Sjálvur sigur Jimmy Durmaz, at tað ikki er nakað, hann hugsar so nógv um.

"Eg eri her, og eri errin um at kunna umboða mítt land," sigur hann.

Sum nú er hevur Týskland, eins og Svøríki, trý stig eftir tveir dystir í bólki F. Meksiko er ovast í bólkinum við seks stigum, meðan Suðurkorea liggur niðast við ongum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder