Ítróttur

Messi fær 60 kilo tunga sjokulátustandmynd í føðingardagsgávu

Russiskur kondittari hevur gjørt heilt serliga føðingardagsgávu til Messi

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-24 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður ein 60 kilo tung sjokulátastandmynd handað argentinska fótbóltsleikaranum Lionel Messi, í samband við føðingardegi hansara.

Lionel Messi fyllir nevniliga 31 ár í dag, og tí hevur eitt konditarí í Moskva gjørt eina stóra sjokulátastandmynd av honum.

"Vit vilja fegin geva Lionel Messi Lionel Messi," sigur Daria Malkina, leiðari av konditarínum í Moskva, sambært Reuters.

"Vit funnu av tilvild útav, at Messi hevði føðingardag 24. juni, og vit hugsaðu, hví ikki geva honum eina gávu - eina sjokulátastandmynd av honum sjálvum".

Fimm starvsfólk á konditarínum hava arbeitt uppá standmyndina í eina viku.

Sambært Malkina, er avtala gjørd við umboðsfólk hjá Messi um at handa honum standmyndina á einari føðingardagskaku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder