Uttanlands

Fimm fólk sleppa av Mærsk-skipi - hini mugu bíða

Fólk, sum vóru á veg til Evropa, vórðu tikin umborð á danskt bingjuskip. Fýra børn og ein kvinna við barn sleppa av skipinum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-24 17:00 Author image
Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg
placeholder

Fimm fólk sleppa úr danska bingjuskipinum, sum fríggjanáttina tók 113 neyðstødd fólk upp í Miðjarðarhavinum. Hetta upplýsir Mærsk fyri DR. Harafturat hevur skipið fingið útgerð umborð til at taka sær av teimum, sum framvegis eru umborð. Millum annað teppir og mat.


Bingjuskipið, sum siglir undir donskum flaggi, tók tey reikandi umborð eftir áheitan frá italiensku bjargingartænastuni, upplýsir Mærsk. Síðani hevur skipið bíðað eftir, hvat síðani skal henda við teimum.


Hetta fekk donsk reiðarí til at krevja, at italienararnir skjótt fáa greiði á hesum, soleiðis at donsk handilsskip ikki skulu líða undir, at nýggja stjórnin í Italia er hørð ímóti reikandi fólki.
Sambært einum donskum serfrøðingi í mannarættindum er eingin ivi um, at tað er Italia, sum skal taka ímóti teimum.
Bæði Mærsk og tey 108 reikandi mugu bíða eftir at fáa greiði á, hvat skal henda við teimum.

Sambært Mærsk hevur bingjuskipið Aexander Maersk síðani 2015 hjálpt til í sjey bjarginartiltøkum, og hetta er aðru ferð, at skipið tekur neyðstødd umborð.
Sambært BBC hevur Italia tikið ímóti fleiri enn 16.000 av teimum 41.000 reikandi, sum higartil í ár eru farin tvørturum Miðjarðarhavið. Fleiri enn 600.000 reikandi hava nátt Italia úr Libya seinastu fýra árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder