Innanlands

Dýrindal fekk trolposan um skrúvuna

Hann hevði fingið um skrúvuna, men trolbáturin er nú farin avstað aftur

Mynd: vorn.fo

Mynd: vorn.fo

2018-06-24 19:00 Author image
Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg
placeholder

Beint áðrenn midnátt í gjárkvøldið kom Brimil á Fuglafjørð við trolbátinum Dýrindal. Hetta skrivar vorn.fo. Orsøkin til, at Dýrindal kom á Fuglafjørð, var, at hann hevði fingið trolposan um skrúvuna seinnapartin í gjár. Hetta hendi, tá teir fiskaðu á landleiðini eystanfyri Føroyar.

Kavarar frá Brimli skóru av skrúvuni, og um eitt tíðina í nátt fór Dýrindal avstað aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder