Ítróttur

Víkingur tekur triðja plássið í steðginum

Við 3-1 sigri á EB/Streymi í kvøld fer Víkingur í summarsteðg við fýra sigrum á rað og á einum triðja plássi

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-06-27 21:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur tók ímóti EB/Streymi í Sarpugerði í kvøld. Talan var um fyrsta dyst í 16.umfarið, og ein dyst sum varð framskundaður orsaka av evropeisku luttøkuni hjá Víkingi í juli.

Eftir tríggjar útidystir á rað, har allir endaðu við sigri, var Víkingur í kvøld aftur á heimaigri. Aftur her endaði tað við trimum stigum til Sigríður Clementsen og hansara menn, eftir at Vìkingur vendi dystinum í seinnu helvt av seinna hálvleiki.

Tað hendi ikki nógv fyrstu løtuni í dystinum. Talan var um nógvar langar bóltar og nærdystir. Men so líðandi fekk Víkingur yvirtakið, og áðrenn hálvleik kom heimaliðið til nakrar góðar møguleikar. Víkingur fekk eisini eitt mál kolldømt vegna fríspark ímóti málverjanum.

Tað var málleyst í hálvleikinum, men tá ein tími varð leiktur, legði EB/Streymur seg á odda. Tað var í samband við eitt hornaspark, at verjuleikarin Petur Zachariassen fekk sett bóltin í málið. Stutt undan hesum hevði Víkingur annars verið nær við at skora, og heimaliðið helt á at søkja eftir málinum. Tað eydnaðist so um miðjan seinna hálvleik, tá Gunnar Vatnhamar stútaði Víking uppá javnleik.

Nú hevði heimaliðið viðvind, og tíggju minuttir fyri tíð skoraði Filip Djordjevic til 2-1. EB/Streymur megnaði ikki at javna. Ístaðin var tað innskifti Adeshina Lawal, ið fekk økt fyri Víking, og so endaði tað 3-1 í Norðagøtu.

Víkingur fer í summarferiu við fýra sigrum á rað og á einum 3. plássi. EB/Streymur liggur nummar seks við 17 stigum.

Betri-deildin liggur nú heilt still í ein mánað.

Víkingur – EB/Streymur 3-1 (0-0)
Petur Zachariassen 0-1
Gunnar Vatnhamar 1-1
Filip Djordjevic 2-1
Adeshina Lawal 3-1

Støðan í Betrideildini
1. HB (40 stig)
2. KÍ (35 stig)
3. Víkingur (29 stig)*
4. B36 (28 stig)
5. NSÍ (27 stig)
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)*
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder