Mentan

Faroe Pride setir aftur ælabogalitir á Havnina

Skrúðgongan verður fríggjadagin 27. juli klokkan 16

Faroe Pride 2017 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Faroe Pride 2017 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-07-06 21:34 Author image
Tíðindaskriv

Fyri 9. ferð, fer LGBT Føroyar at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum ”Faroe Pride”. 

Ársins Pride skrúðgonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Tórshavn fríggjadagin, 27. juli 2018, kl. 16.00, har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar.

Síðan fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan.

Á Vaglinum verður skipað fyri stórari ókeypis konsert, har Kim Hansen, Jóhanna Niclasen og Jens Marni Hansen fara at framføra. Kinna Poulsen setir ársins Pride, meðan Boogie O'Kayla, ið er føroysk drag queen verður ársins syngjandi vertinna.

Afterparty verður sum vanligt í Sirkus seinni um kvøldið. 

placeholder
placeholder