Mentan

Nógv á skránni í Gøtu kirkju næstu dagarnar

Flyta gudstænastu í kvøld orsaka av HM-hálvfinalu. Kirkjan fer at hava opið á G!

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-07-11 06:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gøtu kirkja hevur nógv á skránni næstu dagarnar, nú G! verður í Syðrugøtu.

- Vit byrjað í dag kl. 17. Tá verður skipað fyri gudstænastu við luttøku frá bólkinum Blátt Gras. Eftir gudstænastuna verður borðreitt við grýturætti í kirkjukjallaranum. Gudstænastan skuldi eftir ætlan verða kl. 18, men HM áhugin er stórur, og hálvfinalan verður víst á stórskíggja í Syðrugøtu kl. 19. Tí varð hildið best at byrja kl. 17, sigur Ovi Brim, sóknarprestur í Gøtu Kirkju.

Hann sigur, at dyrnar eru opnar, so fólk kann koma innar til prát, bøn, frið og sálmasang.

- Evangeliið um Jesus Krist skal berast so mongum sum møguligt, og tá ið mong leitað sær til økið komandi dagarnar, ynskja vit at hava dyrnar opnar. Hetta soleiðis at fólk kann koma innar til prát, bøn, frið og sálmasang, sigur hann.

- Vit hava opið frá kl. 14-21 hvønn dag. Fólk í kirkjuliðnum hava kirkjuna opna til kl. 17, og eftir tað eru fólk frá lærusveinaskúlanum PODAS í kirkjuni. Urguleikarin hjá okkum, Símun Hammer, meloderar okkurt á Hemmersam-urguna kl. 18. Tað er sanniliga eisini eitt upplivilsi, sigur Ovi Brim.

Sunnudagin er gudstænasta klokkan 11 við altargongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder