Ítróttur

Næstan 300 dystir leiktir í væleydnaðu Summar Cup

Árliga summarkappingin hjá B36 var farna vikuskifti í Gundadali, og fyriskiparin Andrass Thomsen fegnast um tiltakið

Andrass Thomsen til setanina leygarmorgunin á Tórsvølli(Mynd: Sverri Egholm)

Andrass Thomsen til setanina leygarmorgunin á Tórsvølli(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-11 07:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Intersport Summer Cup var í vikuskiftinum í Gundadali, á Argjum og í Hoyvík. 120 lið luttóku frá U7 upp til og við U15.

Árliga kappingin var tann størsta nakrantíð, og fyriskiparin, Andrass Thomsen, er vælnøgdur:

- Kappingin eyðnaðist sum heild sera væl. Vit høvdu tó nakrar avbjóðingar við U7 til U9 dystum, har tað komu nakrar seinkingar. Vit hava tó nakrar loysnir í huga, til hvussu vit gera hetta ørðvísi til komandi ár. Veðrið var á góðari leið, so tað hjálpur altíð væl.

Fyri fyrstu nakrantíð var útlendsk luttøka til Summar Cup. Hetta eydnaðist eisini væl:

- Útlendsku gestirnir vóru væl nøgdir, og hava longu ætlanir um at koma aftur komandi ár.


Nøkur fakta um Summar Cup:

296 dystir leiktir, 1498 mál skotin (5 í miðal); 5 dystir avgjørdir uppá brotsspørk 




Vinnarar:

U7 Dreingir: Blue Brothers (KÍ U7) 

U7 Gentur: B36

U8 Dreingir: Nonnufrensarnir

U9 Dreingir: VitEruB36

U9 Gentur: Skála 

U11 Dreingir Dreingirnir á Eysturvøllinum  

U11: Gentur Giza Hoyvík

U13 Dreingir Giza Hoyvík 

U13 Gentur SB (Skála)

U15 Dreingir:  B36

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder