Ítróttur

Meinhard E. Olsen: Væl stillaðir til hetta liðið

B36 er komið víðari einaferð; nú vil liðið hjá Jákup á Borg spæla møguleikan at koma uppaftur longri

Meinhard E. Olsen: Væl stillaðir til hetta liðið

Meinhard Olsen hevur góðar vónir undan uppgerðini ímóti OFK Titograd Podgorcia(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-11 10:57 Author image
Agnar Frederiksen

Eftir tvær ferðir 1-1 ímóti St Joseph’s var B36 endliga omaná eftir brotssparkskapping á Gibraltar. Harvið vann B36 sær rættin til at spæla í fyrsta undanumfarið í Evropa League. Har er mótstøðan OFK Titograd Podgorcia úr Montenegro.

Álopskendi profilurin hjá B36, Meinhard E. Olsen sigur, at sigurin hóskvøldið hevur givið B36 nakað, at teir eru væl fyri aftaná langa túrin og longda leiktíð:

- Vit hava vant styttri og meira inntenst síðani dystin hóskvøldið, meðan tann mentali parturin ikki eigur at bila hjá okkum. Ja, túrurin var langur og ferðin drúgv, men til sjeyndu síðst vunnu vit, og tað gevur okkum eitt mentalt “boost”. Jákup hevur víst okkum videobrot av mótstøðuliðnum tá vit eru samlaðir, men eisini sent video til hvønn einstakan um teirra direkta mótstóðuleikara. So vit eru væl fyri og væl fyrireikaðir til uppgávuna

B36 hevur heimavøll fyrst, og veddingarfyritøkurnar meta, at tað er rættiliga 50-50 í fyrsta dystinum. Í B36 eru vónirnar góðar, hóast Meinhard eisini ásannar, at hetta er eitt gott lið, ið eisini er øðrvísi í mun til seinastu mótstøðuna:

- Eg vænti vit møta einum tekniskt sterkum liðið, ið ynskir at mynda dystin í nógv størri mun enn St. Joseph ynskti í Føroyum. Eg meti, uttan at verða ov høgur í hattinum, at vit standa væl stillaðir til hatta liðið. Ja, teir eru favorittar yvir tveir dystir, men vit skulu spæla møguleikan fult út. Gera vit tað, so vænti eg tað røkkur langt móti hesum liðinum.

Sambærti Meinhardi Olsen, so skal B36 helst halda málið reint í morgin; liðið skal arbeiða hart og sum ein eind, og so sigur Meinhard, at hann og hinir álopskendi leikararnir skulu kunnu hótta Podgorcia:

- Tað perfekta útgangsstøði er sjálvandi, at vit vinna 1 ella 2-0 kanska, men kunnu vit koma avstað til returdystin, uttan at hava latið mál inn, so er tað øgiliga gott. Eitt gott hartarbeiðandi liðavrik samstundis sum teir offensivu levera vøruna, so skal tað nokk ganga

Dysturin ímillum B36 og OFK Titograd Podgorcia verður bríkslaður í gongd í annaðkvøld klokkan 19.00 í Gundadali.

placeholder
placeholder