Mentan

Pantskipan fyri endurnýtslugløs: - Beer meg aftur

Ein nýggj pantskipan verður sett í verk á ársins G! Festivali, har peningur fæst fyri at lata endurnýtsluglasið innaftur

Pantskipan fyri endurnýtslugløs: - Beer meg aftur

(Mynd: G! Festival)

2018-07-11 09:59 Author image
Oda Strøm

Ein nýggj pantskipan verður sett í verk á ársins G! Festivali, har peningur fæst fyri at lata endurnýtsluglasið innaftur.

Pantskipanin virkar á tann hátt, at tíggju krónur verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið. Næstu ferð, farið verður í barrina, kunnu tómu plastgløsini latast inn, og ein sparir pantið. 

Ynskir ein at fáa pantið útgoldið, kunnu gløsini latast inn í pant-tjaldinum, sum verður sett upp til høvið. Har verður peningurin útgoldin ella settur inn á Meira av tí góða-gávukortið.

Harvið riggar pantskipanin soleiðis, at ein ókeypis øl fæst, um ein letur seks endurnýtslugløs inn. 

placeholder
placeholder