Mentan

Broytingar í skránni mikukvøld á G!

Orsakað av semifinaluni í fótbólti verða Rag'n'Bone Man og Swangah fluttir

(Mynd: Kristfríð Tyril)

(Mynd: Kristfríð Tyril)

2018-07-11 11:25 Author image
Tíðindaskriv

Í kvøld verður meistaraliga mikukvøldið í Syðrugøtu. Kaldar bjór, fish’n’chips, semifinala á stórskíggja og fesk tónleikahitt úr Bretlandi.

G! Festivalurin er sera fegin um at kunna vísa HM-semifinaluna millum Kroatia og Ongland í kvøld klokkan 19.00 á stórskíggja í Syðrugøtu. 

At semifinalan er løgd aftrat skránni merkir, at Rag’n’Bone Man framførir ein hálvan tíma fyrri, klokkan 21.30, meðan Swangah verður flutt niðan á Spæliplássið og byrjar klokkan 23:00. 

Gongdin í dystinum kann ávirka skránna.

placeholder
placeholder