Innanlands

Aftur eitt risa ferðamannaskip í høvuðsstaðnum

Norwegian Jade hevur pláss fyri fleiri enn 2000 ferðandi

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

2018-07-11 13:13 Author image
Ari av Rana

Býarmyndin í havn er enn einaferð fylt við eini rúgvu av ferðandi, og landslagið er broytt nakað, nú eitt risa ferðamannaskip liggur við kai.

Norwegian Jade er komið á Havnina í morgun. Ferðamannaskipið, sum Norwegian Cruise Lines eigur, er komið úr Akureyri í Íslandi og er á veg til Invergordon i Skottlandi.

Ferðamannaskipið hevur vanliga pláss til 2402 ferðandi, men kann taka heili 3590 ferðandi. Manningin telur 1037 mans. Skipið er 294,1 metrar langt.

Norwegian Jade kom á Havnina klokkan 07 og loysir aftur klokkan 15.

Nógv ferðafólk hugna sær á Skansanum í góðveðrinum (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Nógv ferðafólk í Havnargøtum (Mynd: Sverri Egholm)

Næstan 300 metrar langa ferðamannaskipið at bryggju á Molanum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder
placeholder