Uttanlands

Er vakin eftir at verða eitraður við Novichok

Maðurin og daman vórðu eitraði við nervaeitrinum síðst í juni

Er vakin eftir at verða eitraður við Novichok
2018-07-11 11:48 Author image
Ari av Rana

Eitt bretsk par varð við endanum av juni mánað eitrað við nervaeitrinum Novichok. Kvinnan doyði av eitrinum sunnudagin, men nú er maðurin vaknaður.

- Vit hava sæð ein lítlan, men týðandi batna hjá Charlie Rowley. Hann er kritiskur, men støðugur, og hann er við vit, verður sagt at sjúkrahúsinum.

45 ára gamli bretin hevur verið uttan vit í næstan tvær vikur.

Novichok, sum var ment í Sovjettsamveldinum undir kalda krígnum, varð eisini nýtt í drápsroyndini á Sergej og Julia Skripal í Salisbury 4. mars í ár. Tey bæði komu seg.

placeholder
placeholder