Mentan

Tekning frá Peter Plys bók seld fyri 3,6 milliónir krónur

Hetta er dýrasta tekningin nakrantíð

2018-07-11 17:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt bretsk uppboðssøluhús hevur selt eina originala tekning frá bók um Peter Plys fyri 3,6 milliónir krónur.

Tað er E.H. Shepard, sum hevur gjørt eina tekning av Hundrametraskóginum, sum er staðið, har Peter Plys og vinir hansara halda til.

Tekningin er frá 1926 og hevur seinastu 50 árini verið partur av einari privatari samling. Tekningin var mett at hava eitt virði á millum 840.000 og 1.265.000 krónur, men tá uppboðssølan var av, varð hon seld fyri heilar 3,6 mió. kr., skrivar Danmarks Radio.

Tekningin er tann dýrasta, sum nakrantíð er seld á uppboðssølu. Hon tók metið frá einari aðrir tekning hjá E.H. Shepard, sum eisini var frá einari Peter Plys bók. Í tí tekningini sæst Peter Plys spæla “plyspinn” saman við dronginum Jakob. Tann bókin var seld fyri 2,65 mió. kr. í 2014.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder