Innanlands

Størst broyting í nettotilflytingini

Fráflytingin er minkað nógv, meðan tilflytingin er vaksin

Størst broyting í nettotilflytingini
2018-07-11 12:53 Author image
Ari av Rana

Hagstova Føroyar skrivar, at nettotilflytingin er methøg. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.139, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fjórða árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis á fimta ári. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin - er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009-13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 417 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 585 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið er minkað nakað
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 27, úr 279 niður í 252 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið var nakað tað sama - ein minking við 4 - vaks talið av deyðum við 23.

Næstan javnt millum kynini í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 837 er nærum javnt millum kynini, tó 11 fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 99 fleiri mannfólk. Men av tí, at tað var yvirvág av gentum í føðitalinum við 48 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 40, var samanlagda úrslitið ein nøkulunda javnstórur vøkstur fyri bæði kyn.

placeholder
placeholder