Innanlands

Stillistøða í Sandoy og Suðuroy

Mesti fólkavøksturin er í Eysturoy og Streymoy

Stillistøða í Sandoy og Suðuroy
2018-07-11 14:42 Author image
Ari av Rana

Fólkavøksturin er størstur í Eysturoy og Streymoy, meðan stillistøða er áí Sandoy og í Suðuroy. Tað vísa hagtølini hjá Hagstovu Føroya.

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,3%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við umleið 6 prosentum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Streymoyarøkinum uttan Tórshavn við 2,0% og í Tórshavnarøkinum við 1,8%, ið er oman fyri miðaltalið fyri alt landið. Síðan kemur Norðoya sýsla við 1,6%, beint niðan fyri landsmiðal, meðan Vága sýsla veksur við 1,3%.

So er eitt langt lop niður til Suðuroyar sýslu við einans 0,1% - tað eru 6 fólk -  og ein evarska lítil minking í Sandoyar sýslu við einum fólki.

Lutfalsliga er størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommununum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 393 og Klaksvíkar við 70, men miðalstórar kommunur sum Nes og Sjóvar veksa næstan líka nógv í tali sum Klaksvíkar og meir enn Runavíkar kommuna, ið er 3-4 ferðir so stór sum hesar.

Av størstu kommununum er lutfalsligi vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu við 1,9%, meðan bæði Klaksvíkar og Runavíkar kommunur liggja nakað niðan fyri landsmiðal við ávikavist 1,4 og 1,2%. Av størri kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið minkar.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Sjóvar kommuna (6,2%), Nes kommuna (5,5%), Vestmanna kommuna (2,6%) og Sunda kommuna (2,2%).

Av smáu kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar (12,3%), Sumbiar (4,9%), Porkeris (3,2%), Hvannasunds (2,7%) og  Eiðis (2,4%). Hinvegin var størsta minkingin lutfalsliga í Húsavíkar, Fugloyar og Fámjins kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum og minking í 6. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

Av oyggjunum er bara minking í Fugloy, Svínoy, Sandoy og Hesti 
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó sera lítil vøkstur í Suðuroy og ein lítil minking í Sandoy.

Á útoyggjum er ein lítil vøkstur í Kalsoy, Nólsoy og Skúvoy. Mykines og Skúvoy halda tørn, meðan tað er minkað í Fugloy og Svínoy og eisini eitt vet í Hestoy. Á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.

 

placeholder
placeholder