Innanlands

Betongkistan stendur væl

J&K Petersen hava stoypt betongkistuna, sum stendur við nýggja havnarlagnum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-11 15:04 Author image
Ari av Rana

Fyri gott tveimum vikum síðani sást fyrsta av teimum báðum stóru betongkistunum, sum J&K Petersen hevur stoypt til nýggja havnarlagið í Havn, verða flutt til Havnar.

J&K Petersen hevur stoypt tvær stórar betongkistur í turrdokkini hjá Mest á Skála. Tær eru 18 metrar í diametur og nakað tað sama í hædd.

Myndamaður okkara hevur verið úti í góðveðrinum í dag og tikið myndir av kistuni nú hon er sett upp á pláss.

- Vit hava planerað eitt økið á botni á 15 metra dýpi út fyri endan á grótkastinum, har kistan skal standa, greiddi Eyðfinnur Lenvig, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen frá, fyri Dimmalætting fyri tveimum vikum síðani.

Les eisini: Fyrsta betongkistan komin til Havnar

Mynd: Sverri Egholm

placeholder
placeholder