Ítróttur

Ongland droymir aftur

Í kvøld spæla Ongland og Kroatia seinnu hálvfinaluna í HM

Jordan Henderson hevur spælt framúr væl fyri Ongland (Mynd: EPA)

Jordan Henderson hevur spælt framúr væl fyri Ongland (Mynd: EPA)

2018-07-11 15:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frakland tryggjaði sær í gjárkvøldið tað eina plássi í HM finaluni, sum verður spæld sunnudagin. Í kvøld skal mótstøðuliðið finnast.

Ongland og Kroatia hittast á Luzhniki Stadium í Moskva í kvøld í dystinum, sum skal avgera hvat liðið fær møguleika at gerast heimsmeistari.

Bæði liðini hava staðið seg væl í kappingini. Ongland skoraði nógv mál í bólkaspælinum, áðrenn teir vunnu brotssparkskapping móti Kolumbia og vunnu 2-0 á Svøríki. Kroatia vann allar sínar dystir í bólkaspælinum, eitt nú 3-0 á Argentina, men síðani tá hevur verið torført hjá Modric, Rakitic og hinum. Fyrst máttu teir út í brotssparkskapping móti Danmark, og tað saman hendi, tá teir spældu móti Russlandi.

Seinasta Ongland kom so langt í heimsmeistarakappingini var í 1990, tá teir spældu í hálvfinaluni. Tá taptu teir eftir brotssparkskapping móti Vesturtýskland. Onglendingar taptu dystin um triðja plássið móti Italia. Kroatia var seinast í hálvfinaluni í 1998, tá teir taptu 2-1 móti Fraklandi. Kroatia vann dystin um triðja plássið móti Hollandi.

Ongland vunnu HM í 1966, og halda tí, at nú hava teir bíða leingi nokk. Kroatia, sum aldrin hevur vunnið kappingina, fer at leggja alt í at steðga onglendingum

Dysturin verður spældur kl. 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder