Ítróttur

Zalgiris avgjørdi dystin í yvirtiðini

KÍ hevði eitt fínt útgangstøði eina góða løtu, men sær uppgávan hjá klaksvíkingum sera trupul út í Litava

Mynd: Savnsmynd - Sverri Egholm

Mynd: Savnsmynd - Sverri Egholm

2018-07-11 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í yvirtíðini avgjørdi Zalgiris Vilnius til 2-1, og gjørdi harvið fyritreytirnar hjá Kí ógvuliga truplar undan seinna dystinum. KÍ hevði annars javnað leiðsluna hjá litavum, men tvey hornaspørk gjørdi av við klaksvíkingar.

Tað var KÍ, ið legði betri út í Gundadali. Klaksvíkingar fingu bóltin nógv niðan á hálvuna hjá Zalgiris,  men hóast KÍ helt mótstøðuliðinum heilt frá støðum og møguleikum fyrstu løtuna, so kom KÍ sum so ikki til nakað. Útiliðið tók so líðandi yvir, og hevði bóltin sera nógv í løtum og spældi við tolið. KÍ stóð sera djúpt og kompakt, og gav so at siga einki burtur. Tað var bert ein støða uppá deyðbólt, har litaviska liðið fekk skot á. KÍ hevði eisini eina vandamikla støðu uppá deyðbólt, tá Ronni Møller-Iversen legði væl innfyri.  Seinni kom eitt vandamikið innlegg frá Semir Hadzibulic, ið Páll Klettskarð akkurat ikki fekk prikað í málið

Samanlagt hendi ikki nógv í 1.hálvleiki, men fimm minuttir fyri steðgin kom Zalgiris tó á odda. Tað var rumenin, Liviu Antal, ið rann til fremstu stong, og snittaði eitt hornaspark  úr vinstru í málið. Eitt sera keðiligt mál at lata inn hjá klaksvíkingum og fara til hálvleik uppá.

KÍ skuldi nú fáa eitt mál, fyri at fáa eitt fínt útgangsstøði. Jóannes Bjartalíð, ið varð vorðin tøkur aftur, kom inn fyri Deni Pavlovic stutt inn í 2.hálvleik. Sterki serbiski verjuleikarin var ivasamur undan dystinum, og við útskiftingini komu eisini nakrar rokerningar á KÍ-liðnum. Tað var ein málskjútti, ið Mikkjal Thomasen setti inn á vøllin. Tá ein tími var leiktur, fekk KÍ lagt eitt fínt trýst, og tað endaði við at ein verjleikari hjá Zalgriis gjørdi brotsspark, tá bólturin kom í armin á honum. Eins og vit hava sæð ofta í Føroyum, so var Jóannes Bjartalíð tryggur úr ellivu metrum. Hann setti bóltin heilt niður við málstólpan; 1-1. Málskjúttin noyddist útaftur við skaða seint í dystinum.

Eftir málið gjørdist dystarmyndin lík henni sum var eina góða løtu í fyrra hálvleiki: Zalgiris var nógv á bóltinum, flutti han runt, og royndi at finna opningar uttan at tað eydnaðist. Útiliðið hevði annars fínar royndir fyrr í hálvleikinum, har stongin m.a. varð rakt. KÍ hugsavnaði seg um, ikki at lata eitt útivallarmál inn afturat, og stóð sera kompakt. Í einstøkum støðum kom KÍ til fínar støður, har serliga danin Ronni Møller-Iversen var eyðsýndur.

Zaligris fekk lagt eitt trýst, men KÍ sá út til at standa væl ímóti. Men stutt inn í yvirtíðina fekk Zalgiris aftur horna í vinstru. Enn einaferð kostaði hetta hjá KÍ. Hesaferð var tað stóri miðverjin Mamadou Mbodj, ið stútaði bóltin í málið í málteiginum.

Hetta var sera svárt hjá KÍ, ið nú skal skora minst tvær ferðir í Litava. Eitt gott avrik hjá KÍ, ið gav fáar upplagdar møguleikar burtur. Returdysturin verður næsta hóskvøld(19/7) í litaviska høvuðsstaðnum.


Evropa League fyrsta undanumfar, fyrsti dystur

Gundadalur 11/7

KÍ – FK Zalgiris Vilnius 1-2 (0-1)
0-1 Liviu Antal
1-1 Jóannes Bjartalíð(br.)
1-2 Mamdou Mbodj

KÍ – liðið í kvøld:

Kristian Joensen - Jóannes K.Danielsen, Deni Pavlovic(´53 Jóannes Bjartalíð '86 Kristoffur Jakobsen), Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic, Ronni Møller- Iversen(´79 Steinbjørn Olsen) - Páll A.Klettskarð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder