Mentan

Warner Brothers noyðir danskan Harry Potter festival at broyta navn

Festivalurin í Odense er vorðin so stórur, at tey ikki longur sleppa at nýta nøvn og myndir úr Harry Potter-heiminum

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-07-11 21:28 Author image
Alda Nielsdóttir

Harry Potter festivalurin í Odense byrjaði í 2003 sum eitt lítið tiltak á bókasavninum í Næsby, men tey seinastu árini er hann vorðin nógv størri.

Fleiri mentanarstovnar í Odense og 130 sjálvboðin skipa á hvørjum ári fyri Harry festivalinum, har man millum annað kann flúgva á kustaskafti, koyra við Hogwarts snartokinum og skriva fyri Dagsprofetin.

Festivalurin fær á hvørjum ári vitjan av donskum og enntá útlendskum Harry Potter fjepparum, men nú má tiltakið endurskoðast.

Warner Brothers, ið er filmsfelagið, ið eigur rættindini til Harry Potter heimin, hevur gjørt tað púra greitt, at festivalurin, sum hann verður skipaður í løtuni, ikki sleppur at halda fram.

Festivalurin hevur ikki loyvi at nýta nøvn og myndir, ið hevur samband við Harry Potter filmarnar.

"Nú koma uml. 13.000 fólk til festivalin, so vit hava fingið eina áheitan um ikki at brúka Harry Potter-heimin. Vit eru vorðin ov stór til tey," sigur bókavørður og fyriskipari, Søren Dahl Mortensen við DR.

"Festivalurin heldur fram, men vit mugu geva honum annað navn. Um tað verður "Gandagar" ella "Festivalurin, ið ikki má verða nevndur við navni" vita vit ikki. Vit hava ongan hug at steðga við hesum."

"Vit skilja ikki ordiliga Warner Brothers, tí vit halda, at vit eru við til at halda lív í Harry Potter heimin. Har koma rættiliga nógv børn, ið hava sitið og seymað Harry Potter búnar heima, og hava fyrireikað seg væl," sigur Søren Dahl Mortensen, ið leggur afturat, at eingin áhugi er fyri at keypa rættindini til at brúka Harry Potter heimin.

"Vit hava yvirhøvur ikki ráð til tað, og eg veit heldur ikki, um tað hevði verið ein møguleiki. Eg haldi, tey eru bangin fyri, at um tað finst í Odense, fer tað eisini at koma til aðrar býir," sigur hann.

J. K. Rowling, ið hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter, vitjaði sjálv festivalin í 2010, tá tiltakið enn ikki var vorðið so stórt. Tá var hon í Odense at taka ímóti H. C. Andersen heiðurslønini, sum verður latin til rithøvundar, hvørs verk minna um tí hjá H. C. Andersen.

Festivalurin verður hildin í oktober á hvørjum ári.

placeholder
placeholder