Ítróttur

Søguligt kroatiskt lið - fótbólturin kemur ikki heim hesaferð

Ongland fall hesaferð í hálvfinaluni, tá Kroatia vendi dystinum, og vann eftir longda leiktíð

Søguligt kroatiskt lið - fótbólturin kemur ikki heim hesaferð

Mario Mandzukic avgjørdi dystin í longdu leiktíðini(Mynd: EPA)

2018-07-11 21:43 Author image
Agnar Frederiksen

Ongland hevði møguleikan at koma í eina HM-finalu fyri fyrstu ferð í 52 ár Kroatia kundi koma í sína fystu HM-finalu nakrantíð. Tað endaði við, at tað seinna gjørdist veruleiki, og lutfalsliga lítla landið er til reiðar til finaluna sunnudagin.

Liðið hjá Gareth Southgate legði hart út í Moskva, og longu eftir fimm minuttir var 1-0. Tað var høgri bakkurin úr Tottenham, Kieran Trippier, ið skoraði eftir eitt frálíkt beinleiðis fríspark. Ongland var greitt omaná í 1.hálvleiki, og kundi verið á odda við meira enn einum málið. Kroatia kom eitt sindur betri við ímóti endanum av hálvleikinum, men kroatar sóu heldir slitnir út eftir 2x 120 minuttir í undanfarnu dystunum, og Luka Modric. og Ivan Rakitic komu ikki heilt á bóltin, og fingu stjórna kroatiska spælinum

Tað var uppiborið, at Ongland var á odda í hálvleikinum, men onglendingar megnaðu ikki at halda á við góðu taktunum. Kroatia lyfti sítt støðið, og fekk javnað um miðjan 2.hálvleik. Eftir eitt gott innlegg frá Sime Vrsaljko úr høgru strekti Ivan Perisic seg fram og setti bóltin hegnisliga í málið. Onglendingar vóru heldur skelkaðir, og gjørdu nógvar feilir í einum tíðarskeiðið, har Kroatia kom til nakrar vandamiklar støður og trýsti Ongland væl. Millum annað rakti Perisic stongina eftir málið.

Tað kom tó einki mál afturat, og tí skuldi tað í longda leiktíð í Moskva; fyri triðju ferð á rað hjá Kroatia. Men kroatar hava víst ein vilja av stál, og hóast Ongland var meira omaná í fyrra hálvleiki, so avgjørdi Kroatia dystin stutt inn í longdu leiktíðina. Í 109.minutti megnaði Perisic at stúta bóltin innaftur í brotsteigin, og har var Mario Mandzukic meira vakin enn John Stones. Juventus-áleyparin var knappur, og skoraði til 2-1. Ongland megnaði ikki at svara aftur; Kroatia hevði fult tamarhald, og harvið gjørdist málið hjá Mandzukic søguligt.

Kroatia hevur tikið tann harða vegin; liðið av Balkan hevur verið aftanfyri í øllum knock-out dystununum, vunnið tvær brotssparkskappingar og í dag eftir longda leiktíð. Liðið hjá Zlakto Dalic hevur strítt seg í finaluna, og sunnudagurin verður tann støsti í fótbóltssøguni hjá landinum.

Og Ongland ? Ja, fótbólturin kemur heldur ikki heim hesaferð, hóast liðið ikki hevur verið so tætt við síðani 1990. Men tað býr helst ein bjørt framtíð fyri liðið hjá Gareth Southgate.

Frakland og Kroatia spæla finaluna á Luzhniki leikvøllinum; sama vølli sum í kvøld, sunnudagin kl.16.00. Leygardagin er bronsudystur ímillum Ongland og Belgia.

placeholder
placeholder