Innanlands

Øgiligt stríð av fullum manni á G! í nátt

Maðurin leyp á sjógv á Gøtusandi klokkan 03 í nátt

(Mynd: G! Festival)

(Mynd: G! Festival)

2018-07-12 07:58 Author image
Oda Strøm

Tað var eitt øgiligt stríð, ið stóðst av einum fullum manni á G! Festivalinum í nátt. 

Maðurin leyp á sjógv á Gøtusandi klokkan 03 í nátt og svam eitt gott petti útfrá. Vaktirnir fóru eftir honum, men hann vildi ikki akta boðum frá teimum. Tí varð løgreglan boðsend, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

Maðurin var ringur at fáast við og vildi hvørki eitt ella annað, og tí avgjørdu tey at klippa armbandið til G! Festival av honum, og løgreglan fór avstað við honum og koyrdi hann í klivan at sova. 

Maðurin varð skrivaður fyri brot á politiviðtøkurnar. 

 

placeholder
placeholder