Innanlands

Ung kvinna skal í rættin fyri 1 gramm av hashi

Allar hashsakir skulu nú í rættin

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-12 08:27 Author image
Oda Strøm

Klokkan 17:50 í gjár fekk løgreglan fráboðan frá tollvaldinum um, at tey høvdu tikið eina kvinnu í tjúgunum fyri at smugla hash.

Føroyska kvinnan var komin heim við Norrønu og hevði 1 gramm av hashi í viðførinum. 

- Tá ið talan er um so lítla nøgd, hava vit fyrr bara givið bót, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. 

- Nú skulu allar hashsakir, eisini tær sum handla um eitt gramm av hashi, í rættin. 

Unga kvinnan skal tí møta í rættin fyri at smugla.

 

placeholder
placeholder