Innanlands

Tórshavnar kommuna yvir 42% av fólkatalinum

Og hetta fegnast tey um í kommununi

Mynd: Visit Tórshavn

Mynd: Visit Tórshavn

2018-07-12 10:49 Author image
Ari av Rana

 

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at 1. juni 2018 búðu 50.927 fólk í Føroyum. Samstundis skrivar Hagstovan, at hetta talið í dag helst er yvir 51 túsund.

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vekir gleði í landsins størstu kommunu, Tórshavnar kommuna. Á facebookvanga sínum skrivar kommunan, at hon fyri fyrstu ferð telur yvir 42% av fólkinum í Føroyum.

Tórshavnar kommuna hevði lutfalsliga størsta vøksturin av kommunum við 1,9%, so at nú búgva 21.399 fólk í kommununi.

Við hesum búgva nú 42.019% av Føroya fólki í landsins størstu kommunu.

placeholder
placeholder