Ítróttur

- Tilvildin ræður, tá tað kemur til ítrótt í skúlanum

Tað sigur Toni Dam, sum vil kollvelta ítróttafrálæruna í fólkaskúlanum

Toni Dam

Toni Dam

2018-07-12 11:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

- Vit hava í dag eina námsætlan í ítróttafakinum, ið treingir til dagføring á ítróttaøkinum. Hon byggir í alt ov stóran mun á fimleik, ið allarhelst stavar frá fyrr, tá ítróttartímin í stóran mun var fimleikur.

Tað sigur Toni Dam, sum hevur verið á fundi við Mentamálaráðið um lærugreinina ítrótt í fólkaskúlanum. Toni Dam er hermaður og ítróttamaður burturav við 40 ára royndum, og so tekur hann í løtuni eina venjaraútbúgving omaná. 

Toni sigur, at endamálið við fundinum við Mentamálaráðið var at vísa á munin millum námsætlan, læraraútbúgving, tí, sum fer fram, og hvør tørvurin er. Talan er um fýra økir, ið øll áttu at hingið saman, men sum í dag eru langt frá hvørjum øðrum, sigur Toni.

- Tað, sum í stóran mun fer fram í nógvum skúlum, er rættiliga tilvildarligt. “Tak henda bóltin og far út og spæl”, og “tit hava frí” er ikki fremmant. Tað er í stóran mun upp til tann einstaka læraran, hvat hann hevur hug til og ger. Also einki miðvíst, men heldur er tað tilvildarligt, hvat tíðin verður brúkt til. Tað eru tó undantøk, og tað eru lærarar, ið royna, og tað skulu teir hava rós fyri. Teir eru tó alt ov fáir.

- Vit, eins og restin av heiminum, standa við eini avbjóðing, tí ovurfiti gerst ein størri og størri trupulleiki. “Talið av moderat til svært overvægtig” er í dag 51 % í Danmark og veksur. Vit eru neyvan langt við síðuna av hesum í Føroyum. Samstundis vísa granskarar á fleiri og fleiri fyrimunir við at vera fysiskt aktivur, og teir eru nógvir, sigur Toni. 

Toni leggur dent á, at ymiskar ítróttargreinar áttu at verið royndar - alt frá bóltspæli til rógving, frælsan ítrótt, tvørmegi, svimjing o.s.fr., og framferð, teknikkur og reglur skulu kennast.

- Øll duga onkra ítróttargrein. Tað er um at hjálpa næminginum at finna hana.

- Tað krevur tíð, orku og pening at tillaga námsætlan og læraraútbúgvingina til hesa leið. Ein tílík dagføring krevur eisini, at tað má gerast smidligari/lættari at fáa inn gestalærara á skúlarnar í hesum fakinum. Tað er tó ein sera lítil íløga, samanborið við hvat næmingurin og samfelagið fáa burtur úr einari tílíkari dagføring, leggur Toni Dam afturat. 

Mentamálaráðið, Undirvísingarráðið og Nám hava sum skilst øll verið jalig um uppskotið hjá Toni at dagføra ítróttafakið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder